
Hjartafelagið skipar fyri gongutúri fyri hjartasjúklingar við maka niðri við Vatn í Vágum í vikuskiftinum. Leygardagin 9. juni kl. 15.00 verður farið til gongu úr Miðvági oman á Vatn við ferðaleiðara.
Endamálið við túrinum er at geva hjartasjúklingum og makum eitt høvi til at hittast og tosa við onnur í somu støðu, samstundis sum ein rørir seg, fær fríska luft og kann njóta vøkru náttúruna.
Hjartasjúklingar hava tørv á at tosa við onnur í somu støðu, og avvarðandi fáa somuleiðis nógv burturúr at tosa við onnur avvarðandi.
???Vit hava roynt hetta áður, og tað vísir seg at vera ein sera góð samanseting at ganga úti í náttúruni og samstundis fáa virðismikið prát við onnur um felags upplivingar og avbjóðingar???, sigur Eyðna Joensen, forkvinna í Hjartafelagnum.
Til ber at lesa meira um túrin á heimasíðuni www.hjartafelag.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald