JN

Gongutúrur eftir søguslóðum í Sandavági tunnilsdagin

...

2016-05-06 11:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin verða Søguslóðir aftur á skránni. Hesaferð ganga vit í Sandavági. Byrjað verður uttanfyri kommunuhúsið klokkan 13.00. Harfrá spáka vit okkum ein túr í bygdini, har vit ganga framvið Løgmansgarðin, Hammersheimb, Jens Paula Heinesen, ein túr inn í kirkjuna og síggja Rúnarsteinin og síðan út á Bakka ímeðan søgufróði Edvard Í Skorðini Joensen greiðir frá øllum teimum ymisku søgunum sum eru á leiðini.


Túrurin er ókeypis og varar 2-3 tímar. Aftaná bjóðar róðrardeildin hjá SÍF okkum inn í neystið, har møguleiki verður at keypa sær ein kaffimunn, áðrenn vit fara heim ella víðari á Húsagongd.

Tað er Vága gongufelag sum skipar fyri. Meir kann lesast um søguslóðir inni á www.vagaturist.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder