Varðin Pelagic boðaði fyri jól frá, at ætlanin er at fara í gongd við at byggja eitt nýtt svartkjaftavirki, sum skal vera beint við síðina av Varðin Pelagic-bygninginum, har sum landingarmiðstøðin hevur hildið til.
Stjórin hjá Varðanum Pelagic boðaði frá, at hetta er ein liður í langtíðarætlanunum hjá Varðanum: At vera eitt felag, sum framleiðir matvørur og sum virðisøkir tað tilfeingið, vit hava her í Føroyum. Vit meta tað er týdningarmikið at skapa virðisöking fyri at skapa vökstur í Föroyum.
Svartkjaftafiskiskapur er týdningarmikil fyri okkum, og svartkjaftur verður fiskaður ein lutvíst stóran part av árinum. Royndir hava verðið gjördar áður at framleiða svartkjaft til matna, men hava tær verið misjavnar. Nevnast kann Blue North í Kollafirði, Olaf í Garðastovu, Næraberg og Atlantic Navigator, sum allar staðgaðu eftir styttri ella longri tíðarskeið. Hesi áðurnevndu skip og virkir framleiddu surimi, sum er ein vöra, sum verður framleitt úr fiski, harímillum svartkjafti.
Svartkjaftur er væl egnaður til surimi, og tað eru fleiri skip og virkir runt í heimi, sum hava framleitt surimi í mong ár við góðum úrslitum. Vit meta eisini at vit fara megna tað.
Nýggja virkið á Tvöroyri skal framleiða svartkjaft til surimi. Hetta er ein íløga á millum 60 og 70 milliónur krónur og fer at geva arbeiði til eini 70 fólk. Virkið kemur at standa fyri eina virðisøking á einar 35 milliónur árliga. Svartkjafturin verður skorin til flak og framleiddur til fars, áðrenn hann fer í surimi maskinurnar.
Tøknin mennist alla tíðina, og metir leiðslan, at tíðin er búgvin at gera hesa íløguna. Töknin verður av nýggjasta slag. Hetta er eisini ein fyrimunur fyri skipini og manningarnar, sum fáa nakað meira fyri fisk, sum verður landaður til matna.
Virkisbygningurin er ikki liðugur uttan, men höllin har maskinurnar skulu standa er liðug. Myndirnir tala fyri seg. Heilt skjótt vera maskinurnar settar upp.
Væntandi verður virkið liðugt í ár, tað skrivar Varðin á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald