2016-02-24 23:07
Tað gongur enn framúr væl her í Spania hjá føroyska mix liðnum TREK MTB.fo við Lisette Rosenbeck Christensen og Helga Winther Olsen.
Fyrradagin var ein long og strævin kapping, har liðið aftaná 4t40min kom á mál uml. 5min aftanfyri mix vinnararnar úr Italia. Fleiri langar og brattar klintringar gjørdu munin frá degnum fyri, og italska liðið vísti seg at vera sera sterkt. Gleðin yvir at vinna etapuna fyrsta dagin, gjørdist tí bara enn størri, og tað gjørdist klárt hvussu stórt bragdið var, at hetta var eydnast. Italska kvinnan hevur verið millum bestu fjallasúkklarar í heiminum á styttra olympiska teininum fyri nøkrum árum síðani, og hon vísir at hon enn er sera sera sterk.
Í gjár gjørdist úrslitið aftur, at Italska liðið vann við 4 min yvir føroyska liðnum aftaná 3t45min og sostatt er uml 7min frammanfyri í samlaðu støðuni, meðan har eru uml 40min aftur til mix liðið á triðja plássinum. Tríggir kappingardagar eru enn eftir og samlaða støðan kann fara allar vegir.
Í kappingini í gjár var ein eykakapping, har skjótasta parið í mix bólkinum á einum ávísum teini var heiðrað við eini premiu, og her eydnaðist foroyska parinum at vinna. Teinurin var serliga merktur av tveimum longum og teknist torførum undankoyringum, og her vísti TREK MTB.fo liðið sína sonnu styrki og setti hini liðini til viks við fleiri minuttum. Hetta var á síðsta partinum av gjárdagis etapu, og tískil heintaði liðið fitt inn á italsku vinnararnar móti endanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald