JN

Gongubrúgv um Gjógvará

...

2015-05-13 13:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmanna: Mánadagin vóru lærarar og næmingar frá timburdeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík og settu upp brúnna, sum gongur yvir á fiskastykkið niðanfyri Johnsa Handil.

Kommunan hevði frammanundan gjørt avtalu við Tekniska Skúla í Klaksvík um at gera gongubrúnna. Skúlin ger hetta sum ein part av útbúgvingini hjá timburlærlingunum. Afturfyri rindar kommunan fyri tilfarið til og uppsetingina av brúnni.

Ikki kann annað sigast, enn at arbeiðið er sera væl úr hondum greitt, og Vestmanna Kommunan takkar Tekniska Skúla í Klaksvík, lærarum og næmingum fyri samstarvið.

Arbeiðsmenn hjá kommununi høvdu frammanundan saman við maskinførara hjá Sp/f Røkt gjørt gøtu yvir til brúnna og støði til brúnna báðumegin Gjógvará.

Eftir er nú at hampa fram við gøtuni og at hampa fiskastykkið niðanfyri Johnsa Handil.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder