Nú skal ferð setast á arbeiðið at byggja eina altjóða góðkenda stórhøll í høvuðsstaðnum. Tórshavnar Býráð viðger í kvøld málið um stórhøll til ítrótta- og mentanarendamál við Stórutjørn
Avrikið hjá føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum í Montenegro í gjár við javnleiki var hugaligt at síggja, og vit kunnu gleða okkum til dystin ímóti Danmark í Skjern leygardagin. Tó stuttligari hevði verið at spælt dystin leygardagin í einari altjóða góðkendari føroyskari stórhøll.
Tað er altíð lætt at vera bakklókur og siga, at vit áttu langt síðani at havt fingið hetta í lag, men hetta kjakið flytur okkum ikki frameftir. Tað einasta, sum flytur nakað í hesum máli, er ein samtykt um at fara í holt við altjóða høllina.
Stórhøllin skal verða karmur um heimadystir og altjóða kappingar fyri tær ítróttagreinar, sum taka lut á altjóða stigi - tað verði seg hondbólt, flogbólt, fimleik o.s.fr.
Vit kunnu vera errin av, at Føroyar longu eru við í altjóða høpi innan fleiri ítróttagreinar. Ein altjóða stórhøll vil eggja okkara ágrýtnu og evnaríku ítróttafólkum uppaftur meira til at kappast vegna Føroyar á altjóða ítróttapallinum.
Gongd skal setast á stórhøllina, so at vit í nærmastu framtíð hýsa okkara egnu altjóða dystum her heima í Føroyum.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald