2016-07-23 07:57
Skipini, sum royna eftir makreli í grønlendskum sjógvi, hava havt góðan fiskiskap teir seinastu dagarnar, tað hevur ligið væl fyri hjá øllum, tað frættu vit seint í gjárkvøldið.
Tað eru fleiri skip á feltinum, harímillum Norðborg, Næraberg og Slættaberg, Finnur Fríði kemur á fiskileið í dag.
Skipini royna heilt eystur ímóti íslendska markinum - á umleið 65N og 30,4V
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald