Søgan um Vestmanna Ítróttafelag kemur nú út í bók, sum verður løgd fram í Miðhøllini í Vestmanna leygardagin kl. 17.00. Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bókina í sambandi við at VÍF í ár fyllir 75 ár.
Bókin lýsir søguna hjá hondbóltinum, kappróðrinum og øðrum ítrótti í Vestmanna frá byrjan til dagin í dag. Hóast felagið ikki varð stovnað fyrr enn í 1939, so byrjaði kappróður í Vestmanna miðskeiðis í 1920-árunum, og fótbóltur og hondbóltur vóru somuleiðis á Fjarðasandi langt áðrenn stovnanina. Søgan er eisini um aðrar ítróttagreinar sum fimleik, svimjing og badminton.
Vestmenningar fingu fyrsta bátin, sum burturav var smíðaður til kappróður. Veturin 1926-27 smíðaði Jógvan í Skálum 10-mannafarið Vestmenning, sum róði á ólavsøku fyrstu ferð í 1927. Helgi Jacobsen hevur eitt nú skrivað søguna um greivasteypini, sum danski uttanríkisráðharrin og greivin Moltke fyrstu ferð gav á ólavsøku 1925. Vestmenningur vann øll trý greivasteypini í tíðarskeiðinum 1927 til 1944. Havfrúgvin við kvinnum róði fyrstu ferð í 1928 og vann eisini sera nógv tey fyrstu 20 árini.
Vestmenningar fóru at spæla hondbólt undir seinna krígnum, fyrst genturnar, men skjótt tóku menninir eisini bóltin í hond. Á sama hátt sum kappróðrarsøgan, so verður hondbóltssøgan søgd ár fyri ár fram til báðar finalurnar í vár. VÍF hevur havt sera góðar gerðabøkur frá byrjan, og stórur partur av keldutilfarinum er úr hesum gerðabókum, tá sjálvt sandvíkingar, skúvoyingar, sandingar, lorvíkingar, hvalvíkingar, fuglfirðingar og mong onnur luttóku í hondbóltskappingunum.
Tá bæði fremsta manslið og fremsta kvinnulið vinna sama dag, siga vestmenningar, at hetta var ein góður, gulur dagur. Heitið á bókini 'Góðir gulir dagar' kom tí mest sum av sær sjálvum.
Framløgan av bókini Góðir gulir dagar verður í Miðhøllini í Vestmanna leygardagin 13. desember klokkan 17.00. Bókin er 440 síður við gott 300 myndum. Hon kostar 299 krónur, men á framløguni fæst bókin fyri 250 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald