Ítróttur

Góður dagur hjá teimum ungu í SÍ

...

2015-11-15 03:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fleyr skipar fyri FK cup fyri yngri deildir í Havn í dag. Aftur hesaferð klára tey ungu úr SÍ seg sera vælDreingir 12 fingu silvur, meðan dreingir 14 vunnu gull, teir vunnu 3-1 í finaluni ímóti Fleyr. Dreingir 16 vunnu eisini gull - vunnu 3-2 í finaluni. Mansunglingar komu í finaluna, men taptu 3-0 ímóti Fleyr og endaðu sostatt á øðrum plássi.
Gentur 12 fingu bronsu, gentur 14 vunnu gull, tær vunnu finaluna ímóti TB. Gentur 16 hava beint nú vunnið semifinaluna ímóti Mjølnir, og skulu um eina løtu spæla finaluna ímóti TB.

Vit í SÍ fegnast um úrslitini og eru sera stolt av tykkum øllum. Stórt tillukku - tað skrivar SÍ á Facebook.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder