Eg fekk eini boð frá Anniku Eidesgaard um at verða við á fundinum, sum umboð fyri Miðflokkin í Suðuroy; ??tlanin er at hava ein fund í Hvalba fyri valevnum, ið eru uppstillað í Suðuroynni- leygarkvøldið kl. 19:00 ??? kl. 21:00.
Evnini sum ætlanin er at viðgerða eru:
1. Ferðavinnumøguleikar í Føroyum, serliga Suðuroynni.
2. Framtíðarheilsuverkið í Føroyum.
3. Suðuroyggin - størsta oyggj uttan fast samband - avbjóðingar / loysnir / møguleikar.
Eg skrivaði aftur, at eg hevði gjarna vilja verið við til fundin, men av tí at eg eri burturstaddur, er hetta ikki møguligt; og vil eg tí á henda hátt vísa til nakrar møguleikar, sum eg fari at arbeiða við, um eg komi inn.
Suðuroyggin- ein perla.
Eingin ivi um, at Suðuroyggin er ein perla, øll sum hon er, og skuldi tað verið einfalt at øll oyggin arbeiðir enn meiri við at lýsa við myndum og møguleikunum, sum eru á hesi vøkru oyggj. Vit kundu fingið fleiri stór ferðamannaskip til Vágs ella Tvøroyri har bussar, við góðum stað-/søgu-kendum ferðaleiðarum, kundu greitt frá, hvussu tey fyrstu fólkini búðleikaðust her, hvussu tey m.a. fóru í bergini eftir fugli og eggum. Kanska kundi verið upplýst, at tað er koyrandi upp á fleiri av fjøllunum í Suðuroy, og at ferðafólkini kunnu koma sitandi niðan á hesi pláss og fáa eitt upplivilsi fyri lívið.
Jú møguleikarnir eru nógvir, og vit hava eisini nógv góð fólk, sum kundu verið stuðla til at betra um ferðavinnuna í Suðuroy.
Sum longst í egnum heimi.
2. Framtíðarheilsuverkið skuldi verið gjøgnumskoðað. Vit vita, at Heilsuverk Føroya skal dygdar- metast í nærmastu framtíð, og er hetta gott, ein trygd fyri allar borgarar í Føroyum.
Spurningurin er,um vit gera nóg nógv fyri tey veiku, gomlu og sálarliga sjúku her á landi? Vit minnast, at fyrr vórðu tey eldri passaði heima hjá sær sjálvum og vit vita, at hetta royndist væl. Tey eldri eru sera knýtt at sínum egna heimi, og tað at verða noydd at siga staðnum, tey eru vaksin upp í, farvæl fyri seinastu ferð, og fara í tað ókenda á gamalsaldri, kann verða sera stressandi fyri hesu menniskju.
Ellisheimi og nøkur sambýli sum verða bygd í dag, líkjast nærmast einum sjúkrahúsi ella sjúkraheimi. Hví ikki byggja ellisheimi og sambýli sum eru væl betri hóskandi til tey eldru enn tað verður gjørt í dag. Fyri at tey skulu hava møguleikan at trívast enn betri, kundi man fari í gongd við at bygt ellisheimi og sambýli, sum líkjast einum heimi - einum heimi, sum er hugnaligt at verða í, í staðin fyri, at tað ofta verður bygt á ein slíkan ???sterilan??? sjúkrahús hátt. Vit hava nógv gott lærd fólk, sum royna alt tey kunnu, fyri at tey eldru kunnu hava tað gott, men ofta megna tey ikki hetta, av tí at ov lítil peningur verður játtaður til hesi. Hetta kunnu vit broyta, og gjørt tað enn betri, bæði fyri tey gomlu og eisini fyri starvsfólkið.
Eitt annað vit áttu at fari í gongd við skjótast gjørligt er hjálpin til tey sálarligu sjúku. Vit eiga at kunnu veita eina bráðfangishjálp til sálarliga sjúk menniskju. Læknar, sum taka sær av likamliga sjúkum sjúklingum, eru ikki serkønir á hesum økinum, tískil er hetta nakað, sum eg fari at raðfesta um eg komi inn.
Suðuroyar sjúkrahús.
Í ár komu boð um, at Suðuroyar Sjúkrahús stongir føðideildina. Hetta er sera harmiligt fyri Suðuroynna. Nú hevur verið tosa so nógv um glíðibreytir ??? er hetta ein av teimum? Hvat verður tað næsta? Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat boð er tað, sum verða send út til Suðuroyingar í hesum sambandi? Eg vil virka fyri at Suðuroyar Sjúkrahús fær pening játtaðan til at halda føðideildina opna, soleiðis at fólk sum ynskja at flyta heimaftur til Suðuroy skulu kenna seg tryggan, eisini á hesum økinum; og at tey ikki bert kenna seg tryggan, men at tað skal ikki verða nakað ivamál, at slíkt kemur ikki fyri seg aftur.
Fast samband til suðriar.
3. Suðuroyggin er størsta oyggj uttan fast samband. Tað átti verið peningur settur av til at granska hvar og hvussu besta loysnin er fyri einum undirsjóvartunnil til Suðuroy. So leingi sum vit bara hava Smyril at líta á, átti ferðaætlanin at verið dagførd fyri tey, sum búgva í Suðuroy. Vit hava nógv sjófólk, sum skulu út í heim, tey og fleiri skulu gista norðanfjørðs, um tey skulu náa morgunflúgvarin. Ikki bert er hetta galdandi fyri sjófólk, men um ein familja skal út at ferðast, mugu tey eisini gista norðanfyri. Tað sama er galdandi, tá tey koma heim. Suðuroyingar! Hetta eigur ikki at verða so, at man skal av við fleiri túsund krónur, áðrenn ferðin veruliga er byrjað.
Arbeiði til allar hendur.
Um fólk skulu kunna trívast, er tað týdningarmikið, at arbeiði er til allar hendir. Vit hava eitt væl virkandi sjúkrahús, sum altíð er til reiðar at kunna veita lívbjargandi hjálp; Vit hava eitt stórt uppisjóarvirkið á Tvørori, sum er flott, har tað tó skuldi verið meiri gjørt við eitt nú at framleiða makrel til útflutning. Hetta skal og átti at verið stuðla á ein slíkan hátt, at tað kan skaffa enn meiri arbeiðispláss her í Suðuroy.
Ongin av teimum mongu lokalu tingmonnum úr Suðuroy hava megnað at fingið ein nýggjan tunnil til Hvalba; og er hetta onki annað enn ein stór skomm. Fólkaflokkurin er sterkur í Hvalba, men hava tit fingið nakra hjálp frá teimum hesum viðvíkjandi? Nei! Hinvegin hevur fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kalsberg, trumfa ein tunnil norð til Viðareiði, sum hevur við sær, at tveir tunnlar skulu gerast fyri at koma til henda góða tunnil! Sjálvur havi er verið víða um í heiminum, og sæð hvussu onnur lond byrgja seg fyri omanlopi, og tað er tað, sum átti at verið gjørt til Viðareiðis og heldur bøtt um teir gomlu tunnlarnir í Norðoyggjum.
Vel onkran nýggjan inn á ting, vel ein sum veruliga kann gera munin! set x við Sigmund Andreasen, sum veruliga fer at hjálpa Suðuroyingum.
Miðflokkurin er loysnin ??? Gott val!
Sigmund Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald