Politikkur

Góðu Norðoyingar og Vágafólk

...

2015-08-28 01:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi valskeið verður avgerandi fyri lagnuna hjá okkara tunlum og vegakervi. Tvs. komandi valskeið verða lánini útgoldin, og tað verður avgjørt um vit skulu verða javnt stillaði við aðrar tunlar og vegakerv í landinum sum uppruna avtalan ljóðar, ella um vit skulu gjalda ein eyka vegskatt langt inn í framtíðina.

Tað er ongin loyna at summir flokkar/politikarar ætla at leggja ein eyka vegskatt á ávís øki í landinum, men sum er hevur landið ikkiloyvi at krevja bummgjald fyri td. Vágatunnilin eftir 31.12.16 (tá lánstíðarskeiði er runnið sambært avtalu). Tvs. at skal landið gera tað, so skal ein lógarbroyting til. Tað eru tað summir politikarar/flokkar sum ætla, so úrslitið av komandi vali kemur at hava stóran týdning fyri norðoyingar og vágafólk viðvíkjandi okkara atgongd til restina av landinum.

Eg havi persónliga tikið avgerð um at seta øll onnur prinsippir til síðis til hetta valið, og fari at leggja mína atkvøðu har sum tað er mest sannlíkt at hon kann vera við til at tryggja at upprunaavtalan - sum sigur okkara vegakervi verður javnt stillað við vegakervi í restina av landinum - verður fylgd. Tað merkir allarhelst at eg komi at velja ein flokk/politikara sum langt frá liggur tættast mínum áskoðanum á fleiri økjum. Men hetta mál er í mínari verð so prinsipielt, og av ov stórum týdningi til at eg tori at gera nakað annað.

Eg vil heita á tykkum øll at gera tað sama.

Havi annars onki ímóti at mann annars ger eina samhaldsfasta loysn fyri at útbyggja vegakervi og samferðslukervi, aftaná at mann hevur fingið javnstillað øll vegastrekki og allar tunlar.

Hans Ravnsfjall

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder