Ítróttur

Góðkent avrik ímóti Kasakstan

...

2013-10-12 05:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í einum undirhaldandi dysti, har føroyska liðið var greitt omaná, eydnaðist tað kortini Føroyum bara at fáa eitt stig ímóti Kasakstan.

Hóast tað eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig ímóti Kasakstan, so vóru føroysku leikararnir ikki heilt nøgdir við úrslitið í 1-1 javnleikinum ímóti kasakum.

So gott sum allan dystin var føroyska liðið greitt omaná, men í avgerandi løtum væntaði seinasti neyvleikin hjá føroyingunum.

Fýra minuttir fyri hvíldina vísti Hallur Hansson sínar framúr sparki eginleikar, og so var 1-0 til Føroyar.

Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama, men kortini eydnaðist tað kasakum at javna tíggju minuttir eftir steðgin.

Føroyska liðið trýsti seinastu løtuna fyri at fáa avgerandi málið, men inn vildi bólturin ikki. Sostatt endaði við javneliki 1-1, og hóast føroyska liðið hevði uppiborið meira enn bara tað eina málið og stigið, so er avrikið ímóti Kasakstan góðkent.

Longu komandi týsdag skulu føroyska leikararnir í eldin aftur, tá Eysturríki kemur á vitjan á Tórsvølli. Í hinum báðum dystinum, ið eru spældir í okkara bólki í kvøld, vann Týskland 3-0 á Írlandi, og í Svøríki vunnu sviar 2-1 ímóti Eysturríki.

Nú øll londini hava ein dyst eftir at spæla, er greitt, at Týskland verður nummar 1 í bólkinum, meðan Svøríki blívur nummar 2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder