Eg stilla upp fyri Fólkaflokkin tí eg meini, at eg kann gera mun. Mín meting er, at nærdemokratie hevur tað sera ringt, frástøðan millum fólkið og løgtingið er blivin ov stór. Eg meti, at eg sum borgarstjóri havi hollan kunnleika til øll politisk viðurskiftir, bæði lands- og kommunal politiskt.
Míni mál í samfelagnum eru:
- at hjálpa teimum sum hava serligar avbjóðingar, millum annað seinárin av siðamisbrotum
- herða lógina fyri siðamisbrot
- bíligar íbúðir til einstakir uppihaldarar og teimum gomlu borgarunum.
Eg brenni fyri at fáa bústaðartørvin hjá fólkið við menningartarni nøktaðan, soleiðis, at tey fáa ein búðstað eftir lokna skúlagongd. Somuleiðis vil eg virka fyri at fáa bíligar eldraíbúðir. Eg vil heita á teg góði veljari, at tú vísur mær tað álit, at seta ein sterkan kross við meg.
Trúgvi Gudmundarson
Valevni Fólkafloksins???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald