Politikkur

Góði Sjúrður, sást tú Dag&Viku

...

2018-12-12 12:02 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fanst at undirritaða fyri nøkrum vikum síðani, tí fólkaflokkurin hevur eina loysn uppá, hvussu vit kunnu nútímansgera fiskiflotan, so at vit fáa ein grønari flota og einar grønari Føroyar.

Ístaðin fyri at viðgera uppskotið, legði Sjúrður eftir mær persónliga. Tað er serstakliga óheppið, tí hetta er eitt mál, ið allir flokkar áttu at tikið undir við.

Men læt tað fara.

Í Degi & Viku í gjárskvøldið var eitt longri innslag um norsku strandferðsluna, sum hevur gjørt stórar íløgur í grønar fergur. Í sama innslagi varð eisini víst á norska fyritøka, sum ætlar at byggja eitt umhvørvisvinarligt bingjuskip, ið ikki bara sparir útlát, men sum svarar til at taka 40.000 trailarar av vegunum.

Hetta er tað sama, sum ætlanin hjá Fólkaflokkinum leggur upp til. Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av útlátinum í Føroyum. Bilar 10%. Húsarhald 11%.

Um reiðaríir gera íløgur í nýggj skip, rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað. Soleiðis kunnu vit fáa ein grønan flota og einar grønar Føroyar. Tað er so sára einfalt.

Hanus Samró
Fólkaflokkurin

Leingja til innslagið í Degi og Viku:

https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FFolkaflokkurin%2Fvideos%2F1622076817938752%2F&show_text=0&width=560

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder