Vinna

Góðar tíðir merktu úrslitið hjá Betri Banka í 2018

...

2019-03-14 11:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??rslitið hjá Betri Banka eftir skatt fyri 2018 gjørdist 96,5 mió.kr. ??rslitið er í stóran mun ávirkað avgóðu tíðunum í Føroyum. 

???Vit fegnast um, at útlánini øktust góð 10% í fjør. Vøksturin hevur verið bæði á privatlánum ogvinnulánum. Á øllum deildum kring landið hava vit upplivað øktan eftirspurning eftir fíggingum,???sigur Jean Djurhuus, forstjóri. 

Sum SIFI-peningastovnur er væntandi, at Betri Banki fer at fáa munandi herd myndugleikakrøv tilkapital og solvens. Hóast bankin er millum tryggastu peningastovnar í ríkinum, er talan um krøv,sum hava avbjóðingar við sær, bæði tá talan er um lønsemi og krøv til kapital. ??kt kapitalkrøv føratil, at tað verður dýrari at reka bankan. ???Vit fara tó at arbeiða fyri, at hesi krøv í minst møguliganmun fara at ávirka okkara kundar,??? sigur Jean Djurhuus. 

Rentustøðið er lágt og hevur verið tað í nógv ár. Betri Banki roynir áhaldandi at haldaútlánsrenturnar kappingarførar við rentustøðið í Føroyum og í grannalondunum.Kundarnir eiga Betri, og stórur dentur verður lagdur á at menna tænastuna til kundan ísamtakinum. Í 2018 gjørdi Betri umfatandi kundanøgdsemiskanning, har fleiri enn 5000 kundarvórðu spurdir. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, og bankin fer at arbeiðamiðvíst við hesum fyri at menna tænasturnar.Betri Banki hevur í árinum keypt 24,7 % av partapeninginum í Suðuroyar Sparikassa. 

???Betri Bankivirkar einans í Føroyum, og tí var tað upplagt at taka av, tá vit fingu hendan møguleikan,??? sigurJean Djurhuus. 

Betri Banki væntar eitt úrslit áðrenn skatt í 2019 millum 40 og 70 mió.kr.

 Árið í stuttum 

??? Ársúrslitið: 96,5 mió. kr. 

??? ??rslitið áðrenn skatt: 117,0 mió. kr.

 ??? Afturførdar niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn: 54,0 mió. kr. 

??? ??rslitið áðrenn skatt, javnan av kapitalpørtum og niðurskrivingum: 60,7 mió. kr. 

??? Fíggjarstøðan javnvigar við 9.542 mió. kr. 

??? ??tlán: 6.163 mió. kr. 

??? Innlán: 7.650 mió. kr. 

??? Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið er 214,1 % 

??? Solvensurin við árslok er 26,5%


Ársfrágreiðingin er at finna á her https://www.betri.fo/um-betri/um-felogini/betri-banki/roknskapur/2018/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder