Politikkur

Góða gongdin má ikki steðga ??? hvør einasta atkvøða telur

...

2015-08-31 23:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambært veljarakanningum er sera javnt millum frælslyntu flokkarnar á løgtingi og hinar, sum vilja kollvelta okkara høvuðsvinnu við at taka fiskiloyvini frá verandi fyritøkum og ístaðin innføra uppboð av fiskiloyvum ??? ein skipan sum ikki finst nakra aðrastaðni í verðini. Tí má eingin fólkafloksveljari sita heima týsdagin 1. september.

Tær fyrstu veljarakanningarnar vístu eina lítla yvirvág til teir tríggjar flokkarnar ??? Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn ??? sum vilja broyta fleiri grundleggjandi prinsippiell viðurskifti í okkara samfelag.

Men tíbetur hava nýggjari veljarakanningar seinastu vikurnar víst, at tað gongur framá hjá Fólkaflokkinum, og nú er eftir øllum at døma rættiliga javnt millum hesar báðar blokkarnar av flokkum, sum eru grundleggjandi ósamdir um serliga vinnupolitikkin og tey etisku virðini.

Tað sær út til, at vit hesaferð fáa eitt tað mest spennandi løgtingsvalið nakrantíð, bæði tí so javnt er millum hesar báðar blokkarnar, og tí so grundleggjandi viðurskifti standa upp á spæl.

Sostatt kann hvør einasta atkvøða verða avgerandi fyri, um verandi vøkstur sleppur at halda fram, ella um Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn sleppa at kollrenna okkara høvuðsvinnu við teoretiskum projektum, sum eingin kennir úrslitið av.

Latið okkum standa saman um at verja vøksturin, arbeiðsplássini og virðini, sum eru fremstu fortreytirnar fyri tí góðu gongd, vit nú uppliva ??? henni má eingin sleppa at steðga.

Latið okkum tí sláa manngarð um ein sterkan Fólkaflokk á Føroya Løgtingi.
Jákup Mikkelsen
Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder