Eftir eina vánaliga gongd í fólkatalinum síðstu tíggju árini hava vit nú sæð eina rættiliga vend í 2014, og hon tykist at halda fram fyrsta ársfjórðingin í 2015. Flytingin millum Føroyar og útlond er vend til eina nettotilflyting til Føroya, og tá burðartalið framvegis heldur sær á einum høgum støði, er úrslitið, at fólkatalið aftur er vaksandi.
Frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár er fólkatalið vaksið við 531. Hetta er eitt úrslit av einum burðaravlopið á 231 og eini nettotilflyting til Føroya á 300.
Í talvuni niðanfyri sæðst, at tey øki í Føroyum, sum serliga hava havt gagn av fólkavøkstrinum, eru Tórshavnarøkið, Eysturoy og Norðoyggjar, meðan fólkatalið í Vága, Sandoyar og Suðuroyar sýslu stendur í stað.
Tað eru tvey viðurskifti, ið avgera gongdina í fólkatalinum í Føroyum.
- Annað er burðaravlopið, ið er munurin millum talið av føddum og deyðum. Her heldur burðartalið í Føroyum sær á so høgum støði, at vit ikki enn síggja somu avleiðingar sum í nógvum evropeiskum londum, har tey hava eitt negativt burðaravlop, t.v.s. at burðartalið er minni enn deyðatalið.
- Hitt er flytingin millum Føroyar og útlond. Her eru tølini bæði um fráflyting og tilflyting nógv størri enn talið av føddum og deyðum, so at tað er flytingin millum Føroyar og útlond, ið vigar tyngri í úrslitinum um fólkavøkstur ella fólkaminking.
Ongin serlig broyting er í burðartalinum - hóast tað í longri hvarvi er spakuliga minkandi. Heldur ikki í deyðatalinum ??? hóast tað í langa hvarvinum er spakuliga vaksandi, sohvørt fleiri verða í tí eldri parturin av fólkinum.
??rslitið av hesum báðum viðurskiftum er, at burðaravlopið framvegis gevur eitt positivt ískoyti til fólkavøkstur.
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum er tó at finna í flytingini millum Føroyar og útlond.
Síðstu nógvu árini hevur verið munandi størri flyting úr Føroyum enn til Føroya. Men tað er júst broytingin í hesum lutfallinum, ið nú ger so stóran mun.
Hvat er so tað, sum broyttist so nógv í 2014 í mun til tey tíggju árini frammanundan? Vóru tað fleiri, sum fluttu til Føroya? Ella færri, ið fluttu úr Føroyum?
Tað sæst av báum myndunum niðanfyri ??? tann fyrra um fráflytingina úr Føroyum, og tann seinna um tilflytingina úr Føroyum.
Tað er sjón fyri søgn, at stóra broytingin í fólkatalinum kemur av, at fráflytingin úr Føroyum er minkað nógv frá 2013 til 2014 og framvegis minkar í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Av tí at báðar myndirnar eru teknaðar í somu stødd (frá 0 til 650 fólk) sæst heilt væl, at stóra broytingin er í ovari myndini um fráflytingina.
Niðara myndin um tilflytingina til Føroya vísir, at hóast eisini tilflytingin er vaksandi, er tað als ikki í sama mun sum fráflytingin er minkað.
Tí er niðurstøðan um burðaravlop, fráflyting og tilflyting, at høvuðsorsøkin til vendina í fólkatalinum er stóra minkingin í fráflytingini úr Føroyum ??? og fram um alt í august, tá tey nógvu ungu fólkini annars fara í útlond, helst mest í útbúgvingarørindum.
??rslitið millum tilflytingina og fráflytingina síggja vit í myndini niðanfyri um nettoflytingina millum Føroyar og útlond. Her er sjónskt, at avlopið í nettoflytingini veksur munandi í mai, juni og juli, men fram um alt, at hallið í tí stóra og avgerandi árliga flytimánaðinum, august, minkar niður í eina helvt.
Samlaða úrslitið er ein vend frá eini nettofráflyting um 2-300 til eina nettotilflyting á sama støði.
Í talvunum niðanfyri er fólkatalið og broytingin í fólkatalinum frá 1. apríl 2014 til 1. apríl 2015 lýst í kommunum og oyggjum.
Í hagtalsgrunninum eru íbúgvatølini dagførd og útgreinað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald