2013-07-15 13:08

Bæði kvinnurnar og menninir fingu góða byrjan í flogbóltinum - bæði liðini vunnu tryggan 3-0 sigur.
Kvinnurnar leiktu ímóti Grønlandi, roknað varð við at Føroyar fóru at vinna og føroysku kvinnurnar lótu ongan iva verða um at tær vóru tær betru, sigurin gjørdist 3-0 - (25-8), (25-16) og (25-10)
Menninir høvdu eina truplari uppgávu, teir leiktu ímóti vertunum - Bermuda - menninir leiktu eisini trygt og vunnu 3-0 (25-22), (25-18) og (25-22).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald