Í kappingini um Løgmanssteypið tók MB í dag móti Giza/Hoyvík.
Í fyrra hálvleiki leikti javnt á, og tað vóru ikki teir heilt stóru møguleikarnir. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, og fóru tí liðini til hálvleiks við støðuni 0-0.
MB kom út til seinni hálvleik, sum eitt óløgi, og vóru líka við at skora til 1-0, men málverjin hjá Giza/Hoyvík, tók skotið frá Solomon Kwao.
Giza/Hoyvík fingu teirra fyrsta mál uppá eitt innkast í høgrusíðu, sum var kastað inn í brotsteigin, har fekk Leivur Joensen høvdið á bóltin og so var 0-1 og 52 minuttir farnir. Eftir málið tók Giza/Hoyvík yvir, og MB kom aldrin rættliga við aftur í dystin.
Eftir 72. min. skoraði Jóhan Restorff Jacobsen til 2-0, og í yvirtíðini fekk so Ahmed Keita tað endaliga málið til 0-3.
Sostatt vann Giza/Hoyvík 3-0 í Miðvági.
Sí eisini: AB vann 2-1 á 07 Vestur - myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald