2015-01-27 04:05
Sunnudagin tók Giza/Hoyvík ímóti 07 Vestur í einum venjargardysti.
Á liðnum hjá 07 Vestur fingu fleiri av teimum ungu møguleikan at spæla, tí fleiri at teimum eldu og royndu spælarnum hjá felagsliðnum í Vágum ikki vóru við.
Tað var 2. deildarliðið Giza/Hoyvík, sum byrjaði dystin betri, og teir førdu eisini 2-0 í hálvleikinum eftir eitt sjálvmál frá 07 Vestur og einum málið frá David Reginsson Nolsøe. í seinni hálvleiki fekk felagsliðið í Vágum fótað sær aftur - dysturin endaði við javnleiki 2-2. Málini hjá 07 Vestur fingu, Rói Hansen og Hørður H. Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald