2019-11-19 12:41

Gitte Henning kemur á Tvøroyri seint í kvøld, teir hava 1.400 tons av sild, sum verður landað til Varðan Pelagic.
Gitte Henning hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri - góðar 400 fj. norður úr Føroyum..
Í dag eru trý føroysk skip stødd á feltinum har norðri - Katrin Jóhanna, Borgarin og Norðborg, tvey donsk skip eru har - Isafold og Asbjørn, so eru nøkur norsk og nøkur russisk skip eisini á leiðini har norðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald