2019-09-06 15:35

Gitte Henning 1 siglir inn av fyrsta túri, teir hava verið norðanfyri í føroyskum sjógvi - á umleið 63N og 1V, teir gjørdu tvey tov og hava 900 tons av góðum makreli, støddin liggur um 460 gramm, segði skiparin Arngrím Hansen fyri løtu síðan við okkum á JN.fo
Skiparin segði at alt riggaði og at teir eru væl nøgdir við skipið.
Á Tvøroyri er úr at gera, bæði Tummas T og Jupiter eru eisini á veg inn, teir hava um 500 og 700 tons í part, teir skulu landa áðrenn Gitte Henning 1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald