Vinna

Gitin námsfrøði-professari vitjar

...

2016-05-27 15:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin og týsdagin í næstu viku skipar Føroya Pedagogfelag fyri temadegi í Norðurlandahúsinum við gitna danska professaranum Stig Broström.

Tað er fyri at nøkta stóra áhugan hjá limunum í Pedagogfelagnum, at tað verða tveir temadagar ??? skráin er hin sama báðar dagarnar.

Evnið er dagstovnanámsfrøði undir yvirskriftini ???Leikur, læring, didaktikkur og dannilsi???, og júst innan hetta evni verður Stig Broström mettur at vera ein hin størsti námsfrøðiligi kapasiteturin.

Hann er professori á Institut for uddannelse og Pædagogik (DPU) á Aarhus Universiteti. Har er hann leiðari fyri granskingini innan barndóm, læring og didaktikk (undirvísingarlæru), og hevur verið eitt av oddafólkunum at byggja upp útbúgvingina í dagstovnatilboðs- og innskúlingardidaktikki.

Á skránni á temadegnum verður millum annað góðska í námsfrøðini, praktiskar løtumyndir, um at læra gjøgnum spæl, um hugtakið didaktikk og námsfrøðilig grundhugtøk sum umsorgan, uppaling, undirvísing, læring og dannilsi ??? siðmenning.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder