2015-01-09 22:39
Tað verður nú sagt í útlenskum miðlum, at allir gíslatakarnir eru dripnir. Teir báðir brøðurnir, sum verður hildi stóðu aftanfyri álopi á vikublaði Charlie Hebdo, og Amedy Coulibaly, sum er undir illgruna fyri at hava dripi eina løgreglukvinnu í gjár.
Teir báðir brøðurnir, høvdu tikið eitt fólk til gísla í einari prentsmiðu í Dammartin, sum er ca. 30 km norðan fyri Parus. Í Paris hevði ein gíslatakari tikið 5 fólk til gíslar í einum handli, og hótti við at drepa tey, um løgreglan ikki lovaði teimum báðum brøðinum fríum.
Enn er óviss, um takar av gíslinum hevur lati lív.
Fylg við beinleiðis her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald