JN

Grindin hevur lagt beinini á Bíggjar-sandi - myndir

...

2017-05-21 21:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Umleið 55 hval løgdu beinini í Bø.

Grindin var sædd av landi, tað var ein ferðamaður, sum var úti í Mykineshólmi, sum boðaði frá, tá var kl. áleið 17.30.

Grindin lá tá og grindaðist tætt suður úr Hólminum.

Mykinesmenn flotaðu tveir bátar og skjótt komu bátar úr Sørvági og frá Brimli, sum tá var staddur norðanfyri Mykines.

Drápið gekk bæði skjótt og væl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder