JN

Giljanes: Skúladreingir sníktu seg inn í skúlan

...

2015-03-16 13:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:

Við hjálp av einum klúti fyri lásið í úthurðini, hevur tað í vikuskiftinum eydnast nøkrum dreingjum at skaffa sær atgongd til skúlan í Giljanesi í vikuskiftinum.

Í gjárkvøldið varð løgreglan kunnað um, at starvsfólk á skúlanum í Giljanesi var komið fram á nakrar dreingir, sum vóru inni á skúlanum ??? í skrivstovuni til lærararúmið.

Dreingirnir tóku til rýmingar, tá eitt vaskifólk kom fram á teir. Men dreingirnir vórðu kendir aftur, og funnið varð fram til teir og hvussu teir høvdu skaffa sær atgongd til skúlan.

Sum sagt, er løgreglan fráboðað, foreldrini eru kunnað, og í dag fer løgreglan at kanna málið nærri. Einki er frætt um dreingirnir hava gjørt seg inn á nakað í skúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder