2017-11-10 13:28
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur tikið avgerð um, at Gigni frameftir verður skipað bygnaðarliga saman við Heilsutrygd.
Gigni verður skipað við einum fakligum stjóra, sum fer at hava fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni. Fakligi stjórin fer í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd at raðfesta fakliga arbeiðið.
Lýst verður í næstum eftir fakligum stjóra, soleiðis at hesin kann byrja í starvinum skjótast gjørligt.
UM GIGNIGigni veitir heilsufrøðiliga tænastu til allar smábarnafamiljur, skúlabørn og tannáringar í Føroyum. Gigni virkar fyri, at børn fáa eina jaliga og mennandi lívsbyrjan og heilsugóð barna- og ungdómsár. Síðani í summar hevur stovnurin fyribils verið skipaður umsitingarliga saman við Heilsutrygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald