JN

Gestir úr Ísrael til sólarmyrkingina

...

2015-03-20 21:00 Author image
placeholder

Brøðurnir báðir, Omri og Eran Galpern eru í Føroyum í hesum døgum. Omri er journalistur og arbeiðir fyri eina ísraelska sjónvarpsstøð og eitt mánaðarblað.

Teir eru komnir longu leiðina úr Ísrael til Føroya, at lýsa sólarmyrkingina fyri lesarum og hyggjarum í Ísrael.

Tað er Vinafelagið Føroyar-Ísrael sum skipar fyri ferðini.
Á Ísraelskvøldi í ??strøm fer Omri at greiða frá støðuni, sum hon er í Ísrael í hesum døgum. Hann fer at vísa myndir og stuttfilm, sum lýsa tær avbjóðingar,
sum fólkið í landinum hevur at hugsa um hvønn dag.
Brøðurnir eru føroyavinir burturav. Í 2007 vóru Omri og kona hansara Orit í Føroyum. Tá skrivaði hann góða grein um Føroyar í sama ísraelska mánaðarblaði, sum hann nú arbeiðir fyri.
Í 2012 var hann aftur her, saman við sjónvarpsliði, og gjørdi tá sending um Føroyar, sum varð send í bestu senditíð í Ísrael, og var eisini send í sjónvarpinum hjá KvF um páskirnar í 2013.

Týskvøldið er nógv áhugavert á skránni: Sangkórið í Ebenezer og Heine Lützen fara at syngja. Áðrenn fyrilesturin hjá Omri, fer Jákup S. Joensen at hava stutta framløgu, sum hann kallar: "Tekin í sól og mána." Eisini verður ein góður drekkamuður at fáa. Les meira á shalom.fo

Mynd: Omri og Eran Galpern í Grønhólma í Sørvági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder