2015-01-07 22:39
HSF hevur í seinastuni arbeitt við einari útveksling við Norra av dómarapøruum, sum skal fara fram í sambandi við at semifinalurnar í føroysku steypakappingini verða spældar.
Frá HSF verður sagt, at tað sjálvsagt ikki var heilt lætt, at velja hvør skuldi fáa tilboðið, at fara til Norra, at døma. Vit hava valt at bjóða Arnar Dam og Gert Hansen henda møguleikan, og hava teir tikið av møguleikanum.
Gert og Arnar, skulu døma tveir dystir. Tann eini er í bestu kvinnudeildini og hin er í næstbestu mansdeildini í Norra.
Samstundis kemur eitt dómarapar úr Norra, at døma onkrar av semifinalinum í Coca Cola steypakappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald