Í framhaldandi royndini eftir at náa á ovastu rók, í Føroyskum fótbólti, hevur Víkingur styrkt um besta liðið.
Víkingur hevur undirskriva ein tvey ára sáttmála við roynda leikaran Gert Hansen. At tað er ein royndur harri, ið Víkingur fær í sín hóp, tala hagtølini fyri seg. Gert leikti sín fyrsta ???Effo-deildar??? dyst tann 22. Juni í 2003. Hann hevur leikt 225 dystir, og gjørt 24 mál. Somuleiðis hevur Gert leikt 44 dystir í steypakappingum, umframt 10 dystir í Evropa. Gert Hansen hevur veri við til at vinna tvey Føroyameistaraheitir, í 2008 og í 2012, og fýra faldaðan steypavinnari kann hann eisini skriva á sítt CV.
Víkingur ynskir Gert Hansen vælkomnan í felagið, og ynskir honum góða eydnu í nýggja umhvørvinum. Skrivar Víkingur á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald