2015-06-09 16:46
Kristoffur Ragnarsson váttar fyri Norðlýsinum, at Stjørnan hevur gjørt sáttmála við venjara fyri komandi tvey árini. Talan er um Hendrik Gerster, sum seinastu árini hevur verið venjari hjá VÍF.
- Vit hava gjørt ein tvey ára sáttmála við Henrik Gerster. Hann hevur áður verið venjari í trý ár hjá okkum, tá hann vann tríggjar steypakappingar og tvey meistaraheitir. So vit kenna hann og vita, hvat hann stendur fyri. Annars vænta vit, at halda uppá flestu leikararnar og so er ætlanin at fáa onkran nýggjan leikara, men tað er ikki komið uppá pláss enn, sigur Kristoffur Ragnarsson við Norðlýsið og leggur afturat, at Stjørnan ætlar at vera í ovaru hálvu av stigatalvuni komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald