Ítróttur

Gerster: Neistin hevði marginalarnar á teirra síðu

...

2015-01-30 18:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF og Neistin spældu í gjár javnleikt 28-28 í seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá kvinnum - fyrra hálvfinalan endaði við 28-27 sigri til Neistan - sostatt er Neistin í finaluni, har tær skulu møta Kyndli. JN.fo hitti Hendrik Gerster, venjara hjá VÍF eftir dystin.

Sí myndir frá dystinum her.

Vit spurdu hann, hví tað var Neistin ið kom víðari og ikki VÍF.

- Tað var tí, at tær høvdu marginalarnar á teirra síðu, og Neistin hevur eitt ótrúliga gott lið, tekur man spælarar fyri spælara, so er tað eitt sera sterk lið. Vit høvdu tveir sera tóførar dystir móti teimum, men soleiðis er hondbóltur, um man hevur marginalarnar á sínari síðu, so vinnur man hesar tøttu dystirnar.

Vit spurdu eisini Gerster um tað var tað rætta liðið ið kom víðari.

- Sjálvandi ikki tá tú spyrt meg, eg haldi tað er nógv, sum spælir inn, sum ger at vit ikki koma í finaluna, men tá tað er sagt, so er tað altíð tað liðið, sum klárar seg best í semifinalunum ið kemur víðari í finaluna, so Neistin má verða tað rætta liðið, sum kom víðari, segði ein vónbrotin Gerster við JN.fo beint eftir dystin.

Les meira um dystin her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder