Ítróttur

Gerster: Eg var noyddur at fáa tær inn á rætt spor aftur

...

2015-01-26 03:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin millum Neistan og VÍF, hittu við Hendrik Gerster venjara hjá VÍF.

Sí myndir frá dystinum her.

Vit spurdu fyrst danska venjarin, hvat tað var ið hendi, tá ið VÍF fóru afturum 7-0.

- Vit klára slett ikki at koma uppá støðið á okkara spæli, vit høvdu eina sera góða upptakt til dystin, og spælarnir vóru klárir. Men eg haldi, at skuffandi úrsliti í semifinaluni í fjør móti Kyndli, kom aftur í spælarnarnar hjá mær, og tær eru bangnar fyri, at tað sama hendur í ár, sum hendi í fjør. Tá vit fingu tosða tingini ígjøgnum, fingu spælarnir hjá mær ein fantastiskan moral. Hetta var ein góður dystur, og genturnar hjá mær gjørdu tað til UG.

Les eisini: Jacklin: Vit góvust at spæla hondbólt.

Vit spurdu eisini Gerster, hvat hann segði við tær, tá hann tók time-out, beinavegin í dystinum.

- Eg var noyddur at fáa tær inn á rætt spor aftur, tí at allar kunnu spæla hondbólt, men tað gjørdu tær ikki i byrjani av dystinum. Tá vit høvdu tosað tingini ígjøgnum, sóu vit eisini, at tað gav pláss til okkara spælarar. Okkara spælarar vóru stressaðar í byrjani av dystinum, tað kom av at Adina var heilt ótrúliga nervøs, hon ger eisini fýra stórar feilir beinavegin, og tað kostar beinavegin fýra mál í hinum endanum, tá vit ikki renna nóg skjótt heim aftur. Tað er tá venjarin skal koma inn og rætta uppá tingini, og genturnar gjørdu tað fantastisk - tá ið vit enduliga komu í gongd.

Les meira um dysitn her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder