Politikkur

Gerið sáttmála við gerandishetjurnar

...

2021-08-06 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undir koronakreppuni hoyrdu vit nógv rósandi orð um starvsfólkini á umsorganarøkinum. Tey vórðu nevnd gerandishetjur. Eingin endi var á vælvaldu orðunum, men enn eru bara orð søgd. Vit mugu fara í gongd við ítøkiligar loysnir beinanvegin, áðrenn tað er ov seint.

Búskaparráðið hevur nevnt fleiri møguligar loysnir:

·At fáa fólk at støðast betur (løn og arbeiðsviðurskifti)

·Størri tilgongd av skikkaðari arbeiðsmegi

·Møguleikin at arbeiða fulla tíð

Í ólavsøkurøðu løgmans verður nærum einki sagt um starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum. Tað er størsta avbjóðingin í okkara samfelagi. Vit vita um og merkja longu nú starvsfólkatrotið. Verður einki gjørt, so mangla 700 starvsfólk um nøkur fá ár.

Skal nøkur meining vera aftanfyri øll rósandi orðini, so er tíðin komin til at gera ein sáttmála við gerandishetjurnar, sjúkrarøktarar, heilsustarvsfólk,námsfrøðingar og øll tey, ið arbeiða við umsorgan. Politiska skipanin og fakfeløgini eiga at seta seg niður og finna loysnir saman um, hvussu vit framtíðartryggja vælferðarsamfelagið.

Uttan ein tílíkan sáttmála koma vit ikki á mál, tí tað eru enn, eins og undir koronafarsóttini, starvsfólkini á hesum økjunum, ið eru trygdin fyri, at vælferðin verður varðveidd.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder