Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, ætlar at lækka stuðulin til føroysku kolavinnuna úr 700.000 kr. niður í 400.000 kr.
Í 2016 seldi Roynds Kolasøla kol fyri 32.750 kr., men í fjør seldu hvalbingar ikki kol fyri meiri enn 19.780 kr.
Alsamt minni tørvur er á koli í Føroyum. Skjótt er eingin, ið brúkar kol í Føroyum. Sjálvt grillkol er við at fara av móta.
Og tað er gott! Tí sjálvandi eiga føroyingar at gevast at høgga kol. Hetta er ein vinna, ið als ikki hoyrir nútíðini til, hvørki orkutøkniliga ella arbeiðsumhvørvisliga.
Hóast nøgdirnar av høgdum koli eru lítlar og at útlátið frá kolinum er ein viðfáningur í mun til oljunýtsluna, er tað av symbolskum týdningi, at vit steðga hesum ???livandi savninum???, ið kolavinnan í roynd og veru er.
Brúkið heldur pengarnar til eitt kolasavn
Árliga stuðulsupphæddin til kolavinnuna hevði verði nógv betri brúkt til at byggja og reka eitt kolasavn í Suðuroynni.
Tað finnast myndir og lutir í hópatali frá føroysku kolavinnuna, umframt maskinur og komfýrar, ið brúktu kol, og hesi kundi verið savnað saman til eitt spennandi savn um føroysku kolavinnuna.
Uttan iva høvdu nógv ferðafólk vitjað eitt slíkt savn, serliga um tað var staðsett á einum væl egnaðum staði.
Møguliga kundi ein lýsing av jarðfrøðiliga umhvørvinum eisini verið partur av hesum savni - og møguliga kundi Jarðfeingi verið partur av bæði rakstrinum og fíggingini av einum slíkum savni. Kanska kundi kommunan eisini hjálpt til við ítøkiligum stuðli.
700.000 kr. árliga eru 7 mió. kr. upp á tíggju ár
Í staðin fyri at lata kolavinnuni 700.000 kr. árliga í stuðli, kundi Løgtingið veitt einum slíkum kolasavni eina eingangsupphædd fyri at fáa savnið bygt og síðani latið ein rakstrarstuðul til savnið. 700.000 kr. ljóðar kanska ikki sum so nógv, men upp á tíggju ár tosa vit altso um 7 mió.kr.
Fyri 700.000 kr. árliga kundi landið fíggjað ein savnsvørð, ið kann menna fakligu vitanina um økið, halda fyrilestar fyri skúlaflokkum, gera útferðir niðan til námini og mangt annað. Fyri 700.000 kr. árliga hevði eisini verið rúm fyri øðrum rakstri.
Heldur enn at halda eina praktiska vitan um kolagrevstur í hevd, kundi mann í staðin skapt vitan til allar føroyingar og til tey ferðafólk, ið leita sær til Suðuroyar.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald