Politikkur

Ger nú tað rætta løgmaður

...

2018-11-19 09:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika at seta rætta landsstýrisfólkið í samferðslumálum, sum kann loysa innkomuvegin til Havnar. Javnaðarflokkurin hevur sitið við samferðslumálum hetta valskeiðið,og ilt er at síggja nakra vælvildella nakað úrslitviðvíkjandi størstu ferðsluavbjóðing í landinum, nevniliga innkomuvegin til høvuðsstaðin. Hóast avtala er undirritaðmillum býráðið ogsamferslumálaráðið, so hevur hendan avtalan verið skúgvað til viks av undanfarna landsstýrisfólkihjá Javnaðarflokkinum. ??teljandi ferðir hava vit í Tórshavar býráð heitt á landsins myndugleikar og landsstýrismannin í samferðslumálum um at virða hesa avtalu, tó úrslitaleyst. Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika, at seta eitt landssýrisfólk, ið hevur vilja og dirvi at loysa hetta stórmál.Hetta er ein innilig heitan frá okkum í Tórshavnar býráð.

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder