Fríggjakvøldið klokkan 19:00 møtast KÍ og B36 í finaluni um Mótasteypið. Og tað er einki at ivast í, at B36-genturnar vilja hevna steypatapið fyri einum ári síðani.
- Finalan verður ein hørð avbjóðing fyri okkara gentur. Men vit fara inn til dystin við góðum treysti, og ætla at gera okkara ítasta við trúgv uppá, at tað verða vit, ið standa eftir sum steypavinnarar 2016, sigur ??li Djurhuus, venjari hjá U17-gentuliðnum hjá B36.
Fríggjakvøldið fellur avgerðin um, hvør verður steypavinnari 2016 fyri Gentur U17. Og aftur í ár eru tað KÍ og B36, ið hittast í finaluni um Mótasteypið. Í fjør vunnu klaksvíksgenturnar 5-0, og tí er lítið at ivast í, at hesaferð vilja tær hvítu úr høvuðsstaðnum hava steypið.
Men tað verður sjálvandi ikki uttan svørðsslag frá gentunum úr KÍ.
- Vónirnar til dystin eru góðar, og eg vænti, at vit fáa eina góða og undirhaldandi finalu. Vit hava fyrireikað okkum væl, og eg vóni, at tað sæst aftur á vøllinum. Hetta er tann størsti einstaki dagurin í kappingarárinum, og sjálvandi fara vit at gera alt fyri at gera dagin fullkomnan, sigur Otto Jacobsen, venjari hjá KÍ.
Finalan um Mótasteypið verður bríkslað í gongd á Tórsvølli klokkan 19:00, tað skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald