JN

Gekkurin fór heldur ikki í kvøld

...

2018-05-18 19:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vóru í kvøld 2,4 mió kr. at spæla um í Gekkinum. Heldigi Gekkaspælarin ið slapp ígjøgnum við fullari plátu var Jan Hjaltalin Olsen, tað var tó daman hjá honum Rannvá Langgard ið tosaði við Gekkavertin.

Tey valdu at koyra peningin í tann reyða leypin.

Í teirra fyrstu roynd kundu tey vinna kr. 100.000, tey valdu tó at fara víðari. Í teirra næstu roynd kundu tey vinna kr. 120.000, tey valdu at fara víðari. Tey endaðu á kr. 12.500.

Næstuferð verður Gekkurin 2,6 mió kr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder