2016-02-06 02:53

Steinfinn Jacobsen búsitandi í Fuglafirði var tann heldigi ið slepp ígjøgnum við fullari plátu til Gekkin, har vinningurin var kr. 1.000.000.
Steinfinn valdi tann bláa leypin.
Hann var tríggjar seymir frá gula leypinum við fyrstu roynd, og kom á kr. 12.500, sum skuldi gangast við fimm, sum er kr. 62.500.
Í aðru roynd kundi hann stegða á kr. 20.000, sum skuldi gangast við trý, sum er kr. 60.000.
Steinfinn tók eisini tað triðju royndina, og tá kom hann á sama stað, sum í fyrstu royndini, og vann hann kr. 12.500.
Gekkavinningurin komandi fríggjakvøld verður kr. 1.100.000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald