JN

Gekkavinnarin: - Pengarnir komu á eitt turt stað

...

2016-04-17 20:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
26-ára gamli Petur Johansen úr Leynum vann fríggjakvøldið 2.2 mió kr. í gekkinum. Petur hevur lært til skipara, men manglar enn eitt fak til hann er liðugur sum skipsførari, men hevur valt at bíða við tí eitt sindur, og hevur arbeitt í einum tíðaravmarkaðum arbeiði hjá Marine Harvest.

Petur sigur, at tað kann ikki forklárast hvussu upplivingin er, at vinna so nógvar pengar, og tað hevur ikki gingið upp fyri honum enn. 

Spurdur um, hvat hann ætlar at gera við pengarnar sigur Petur. Vit ætla okkum at byggja hús í Leynum. Petur væntar at stóri vinningurin kemur at hava stóra ávirkan á daglidagin hjá honum og damuni, og væntar at stóri vinningurin fer at venda upp og niður uppá dagarnar hjá teimum. 

Tá vit spurdi Petur, um hann nú fór at ferðast við damuni sigur hann, ja vit fara til Danmarkar í summar, tað er mamma ið hevur bjóða allari familjuni, tá hon vann 400.000 kr í gekkinum í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder