2016-05-08 11:12
Miðvingurin Sverri Nielsen hevur fyri lítlari løtu síðani róð EM finaluna í Single Sculls, EM í rógving er í Týsklandi. Rógvarnir skuldu rógva 2000 metrar.
Sverri hevði vunnið seg í finaluna, men har gekk ikki væl hjá honum í dag, hann endaði aftast av teimum seks ið vóru í kappingini.
Damir Martin vann EM við tíðini 08:05:59, Sverri kom á mál 1.21.18 aftaná Martin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald