JN

Gáva latin Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum

...

2015-11-11 02:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landssjúkrahúsið skrivar:

Fríggjadagin 6. november var hátíðarløta á Landssjúkrahúsinum, har fyritøkan ANSNI handaði Sjúkraflutningstænastuni eittLUCKAS 2hjartatól.

Tólið verður brúkt til sjúklingar, ið hava fingið hjartasteðg, og er triðja hjartatólið av sínum slag, ið Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum hevur fingið handað sum gáva frá trimum veitarum seinasta árið.

Liðlæknin á Sjúkraflutningstænastuni Hans Jákup Simonsen sigur, at hjartatólið fer at betra um hjartasteðgviðgerðina og bjarga nógvum menniskjalívum.

Í dag er hjartatól tøkt í sjúkrabilunum í Suðurstreymoy, Eysturoy og í Vágum, umframt at eitt hjartatól eisini er tøkt í sjúkrabilinum í Klaksvík.

Á myndini síggjast frá vinstru Hans Jákup Simonsen, liðlækni á Sjúkraflutningstænastuni, Helgi Justinussen, stjóri í ANSNI, Barbara Danielsen, leiðsluskrivari ANSNI, Jákup Nolsøe, leiðari á Sjúkraflutningstænastuni og Jógvan Jensen, leiðari ANSNI Tilbúgving.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder