Tað eru tvey av teimum heilt royndu steypaliðunum, og tey bæði liðini, sum hava myndað føroyskan flogbólt síðan aldarskiftið, sum hittast í steypafinaluni hjá monnum í høllini á Hálsi leygardagin.
Samanlagt hava ÍF og SÍ vunnið steypa- og lanskappingina 25 ferðir síðan aldarskifti. ÍF hevur vunnið landskappingina átta ferðir og steypakappignina sjey ferðir, SÍ hevur vunnið ávikavíst fýra og seks ferðir. Tað vil siga, at vinnur SÍ steypafinaluna hesaferð, hava liðini vunnið kappingina líka nógvar ferðir.
Hyggja vit eftir støðuni í landskappingini, og innanhýsis dystunum millum liðini í ár, slepst ikki undan, at SÍ er favorittur til at vinna steypafinaluna.
Sørvingar liggja í løtuni trygt á fyrsta plássi í landskappingini við 35 stigum fyri 13 dystir. Av innanhýsis dystunum millum liðini hevur SÍ vunnið tveir, og ÍF tann eina. Hetta er viðvirkandi til, at fuglfirðingar í dag liggja á triðja plássi í landskappingini, og tað er nógv sum bendir á, at teir ikki vinna sær sæti í finaluni í landskappingini. Eisini hóast seinastu úrslitini í landskappingini ikki júst hava gingið teirra veg.
Skal ÍF vinna nakað sum helst í ár, mugu teir seta sítt álit á steypakappingina.
Men sjálvt um stigatalvan sigur eitt, eru kortini góð sannlíkindi fyri, at talan kann gerast um ein spennandi dyst. Hóast ÍF hevur mist onkran sera stinnan leikara, hevur liðið framvegis gott fólk, og spurningurin er tí meira, um teir eru til dystin fús, tá finalan byrjar.
Eru teir tað, kunnu fuglfirðingar saktans geva sørvingum harða kapping um steypið.
Finalan í smálutum
Miðalaldurin:
ÍF:24,9 ár
SÍ:23,9 ár
Miðalhædd:
ÍF:187,4 cm
SÍ:183,5 cm
Flestar landsdystir:
ÍF:Rúni Weihe, 73 dystir
SÍ:Suni Juel Pedersen, 81 dystir
Landsdystir í alt:
ÍF: 191 dystir
SÍ:217 dystir
Yngsti leikari:
ÍF:Áslakur Holm, 16 ár
SÍ:Jón Weyhe Simonsen, 14 ár
Elsti leikari:
ÍF: Brian Poulsen, 42 ár
SÍ: Rajko Petrovic, 43 ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald