Vinna

Gamli Grindafossur hevur rokfiskiskap í Grønlandi

....

2016-07-15 10:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gamli Grindafossur, sum var heimahoyrandi í Skálavík, er nú heimahoyrandi í Sisimiut í Grønlandi, teir hava havt rokfiskiskap í summar - síðan 14 juni hava teir avreitt 106.589 pund í Sisimiut, tað sigur Kári við Stein, sum býr í Sisimiut.

Kári við Stein hevur sent okkum myndirnar.

Kári skrivar:

Avreidingar fyri gamla Grindafoss nú Súsanna frá Sisimiut frá 14 juni til og vi 14 Juli. Teir munna bæra avreida 3 ferðir um vikuna, tid Fabrikkin kann ikki fylgja við at virka  fiskin og so er eisini at teir kunna bara sleppa av vid 12000 pund á gangin ,men tad ganga teir ikki so nógv uppí ,nú  er tad sett  nidur i 10000 pund á gangin Og prisurin er 4,50 sum linubátanir fyngu i 1960 og 1970 hann fall frá 6,50 kr tá teir byrjaðu  at fiska vi Botngørnum 

                                                                    

6599,90 Kilo = 13199 Pund  14/6

4096,50 Kilo = 8193 Pund

3066,25 Kilo =6132 Pund

6389,70 Kilo = 12779 Pund

5024,25 Kilo =10049 Pund

25176,60 Kilo = 5035 Pund 30/6

5074,25 Kilo  = 10148Pund  2/7

2958,00 Kilo =   5916 Pund 3/7

1006,00 Kilo =   2012 Pund 5/7

 425,50  Kilo =     851 Pund 7/7

 5151 Kilo    =   10302 Pund 10/7

5515 Kilo     =   11033 Pund 12/7

5470 Kilo    =    10940 Pund 14/7 

I alt 106598 Pund  Siðani 14 Juni.

Nú er RAN komin yvir at taka i móti fiski, teir siga at teir kunna taka ímóti 20-30 tonsun um døgnið hetta er á byrjanar stødu ,men lat okkum hopa at tad ferd at lukkast. Súsanne sleppa vit ikki at brúka kør, sjálvt um vit hava fyngi játtilsi frá Fabriksleiðaranum at tad er besti fiskur,sum teir hava tikið ímóti - vit brúka umborð okkara báti 2 pøsir av Sjógvi og 3 Pøsir av isi - ein fín blanding ,men nú hava teir júst funnið útav, at EU hevur ein regul, sum sigur - at ta má ikki avreidas fiskur i saltsjógvi,  sjálvt um hann bert er 12-14 timar gamal

Sum eg havi sagt við teir. so brúkar nótaflotin handa mátan, og eru úti i 3-4 døgn - so eg skilji ikki hatta. Nú koyra teir fiskin i 70 liturs kassar, og tad sama verur til Ran kassanir vera tómdir i neti hjá teimun og so vigaður - prisurin er 4,50 kr pr kilo.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder