Mentan

Gamla Hospitalið í Havn sett í stand

...

2015-04-22 03:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gamla Hospitaið í Havn,sum var bygt í 1829, verður nú sett í stand. ??tlanin er at alt arbeiðið uttan skal verða liðugt í ár.

Vit vóru við myndatólinum í dag.

Hans Jacob Debes skrivar í Føroya søgu: "Síðan seinast í 1700-talinum hevði verið frammi at byggja nýtt sjúkrahús í Havn, húsini á Argjum kundu ikki longur nýtast til sovorðin endamál, og hartil lógu tey óhøgliga fyri. Í 1828 vórðu allar ognirnar hjá Hospitalinum á Argjum seldar á uppboði fyri 1.005 ríkisdálar til Andrass Mortansson, ið var ættaður úr Hvalba. Hálvmørkin í Tjørnuvík fór aftur til Tjørnuvíkar fyri 320 ríkisdálar. Fyri hesar 1.325 ríkisdálarnar og rentur av peningi í tí kongliga ríkiskassanum varð nýtt sjúkrahús bygt í Havn; tað kostaði 1.445 ríkisdálar. Hetta sjúkrahús - Gamla Hospital - var liðugt í 1829 og hevði pláss fyri 12 fólkum. Seinni varð tað fleiri ferðir økt og var í nýtslu til 1922."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder