Vinna

Gadus verður væntandi heima hóskvøldið

...

2017-01-07 21:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gadus, sum hevur roynt í russiska partinum av Barentshavinum, er farin at sigla heim við 448 tonsum, harav 60 tons er heilfrystur toskur og tann stóri parturin er flak.

Gadus fór úr Føroyum 31. oktober, so fiskiskapurin hevur ikki verið av tí besta.

Tað eru 32 mans við hendan túrin, skipari er Brandur Joensen.

Teir vóru á kontroll-punktinum hjá russum í dag á middegi, tað var langt inni í einum fjørði, har var observatørurin eisini settur av, alt bleiv kannað av fólki á kontroll-punktinum, í dag var nógvur vindur, men alt gekk væl.

Í gjárkvøldið lá vindmátarin millum 30 og 40 m/sek og uppí 55 m/sek, tað var óslætt, men í kvøld er heldur fragari, verður sagt frá Gadus.

Teir fara  at sigla innanskerðs, tí veðrið er so ólagaligt, teir fara inn um við Honningsvåg og so út aftur í Vestfjørðinum - túrurin innanskerðs tekur umleið 36 tímar.

Vit vóna at verða á Klaksvík hóskvøldið um veðrið skikkar sær væl, søgdu teir av Gadus í kvøld.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder