2016-07-19 09:38
Vit hava roynt í russiskum sjógvi, í seinastuni 50 fjórdingar vestanfyri Novaya Zemlya, á 72.40 N, sigur skiparin - Brandur Joensen - við JN.fo
Vit góvust at fiska aftan á midnátt og fóru at sigla ímóti kontrolpunktinum hjá russum, sum er 350 fjórðingar í ein útsynning. Vit skulu vera har kl 07 í morgin. Sídani um líkindini eru góð, eru eini 4 samdøgur til Føroyar.
Vit eru 30 mans, plus ein russiskur eygleidari (observer)
Enniberg og ein íslendskur trolari, ið eitur Sigurbjørg, hava roynt um somu leið, men eru farnir 50 fjórðingar longur nord, har sum russiskir trolarir høvdu góðan fiskiskap, og teir eru eisini komnir í gott fiskarí.
Annars hevur verid gott veður, lýtt og nógvur mjórki, segði skiparin í morgun.
Gadus fór úr Føroyum 28. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald