Vinna

Gadus siglir heim úr Barentshavinum fullfermdur

...

2016-02-19 01:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gadus er í dag farin at sigla heim fullfermdur av flaki - 780 tons. Roknast kann við, at teir verða heima mánadagin.

Gadus fór úr Føroyum 29. desember. Manningin telur 32 mans, skipari er Brandur Joensen úr Miðvági.

Nú í kvøld eru teir staddir í ein útnyðring úr Hammerfest, teir eru áveg til kontrollpunktið, har teir verða í morgin - teir siga at veðrið er gott, á leiðini har teir eru staddir - sí myndina niðanfyri, sum er frá marinetraffic.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder