2015-04-24 12:53
Flakatrolarin Gadus kom á Klaksvík í gjár fullfermdur - uml. 750 tons í flaki. Gadus fór at sigla heim mánadagin, teir hava roynt í norskum sjógvi, mest tætt vestur úr Lofoten.
Gadus hevur gjørt ein skjótan túr, teir fóru úr Føroyum 7. mars.
Veiðan verður landað í Klaksvík.
Skipari hendan túrin var Brandur Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald