Vinna

Gadus hevur fingið sektaruppskot - men teir góðtóku tað ikki

...

2016-02-21 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Klaksvíkstrrolarin Gadus liggur enn í Tromsø. Teir fingu eitt sektaruppskot í gjárkvøldið, sum ikki kundi góðtakast. Í dag verður so trygd stillað fyri sektaruppskotinum, so teir rokna við at loysa einaferð seinnapartin í dag.

Í sektaruppskotinum verður sagt, at teir hava undirraporterað, men tað helda teir uppá, at teir ikki hava gjørt - Teir sendu COX-melding 6. januar, tá ið teir vóru inni í Honningsvåg, 6 dagar seinni vóru menn frá KV-Sortland umborð og góðtóku meldingina. 19. februar senda teir av Gadusi nýggja COX-melding og koma menn frá KV-Sortland (tann eini var tann sami) sum var upborð 6. januar.

Men nú teir skuldu fara at sigla heim - søgdu norsku mynduleikarnir, at tað ikki var í lagi, tí standa teir spyrjandi umborð á Gadus, Cox-meldingin er góðtikin tvær ferðir - Umborð á Gadus spyrja teir hví og hvat munurin er - men fáa einki svar. Spyrja síðan um teir kunnu senda correctión, men fáa svar - at teir skulu bíða, men so eftir nakrar tímar fáa teir boð um at sigla til Tromsø.

Men sum sagt, so rokna teir við at loysa seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder